Upprunin til samkomurnar í Føroyum, ið verða nevndar brøðrasamkomur, kann førast aftur til trúboðaran, skotan William Gibson Sloan.
Á sumri í 1865 kom William Sloan fyrstu ferð til Føroya sum ferðamaður við einari lítlari hetlendskari fiskislupp. Hann hevði eina tíð verið í andaligum virki í Hetlandi, og frá fiskimonnum har hevði hann hoyrt um Føroyar. Hann fekk stóran áhuga fyri hesum oyggjunum og gjørdi tí av at fara til Føroya í somu ørindum, sum hann hevði røkt í Hetlandi.
William Sloan var føddur í Dalry í Ayrshire í Vesturskotlandi hin 4. september 1838. Í nítjandu øld fóru stórar andaligar vekingar um alt Bretland, og William Sloan kom 23 ára gamal í samband við tílíka vekingarrørslu. Hann ásannaði, at hann var fortaptur syndari og varð frelstur við trúgv á Jesus og endurloysingarverk hansara.
William Sloan sá skjótt, at hann átti at gerast tænari Harrans burturav og fór upp í evangeliskt virksemi. Hann fekk starv sum bókaseljari hjá einum kristiligum felagsskapi og bleiv spurdur, um hann vildi fara til Hetlands. Hann kom til Hetlands tíðliga í 1863, og tað er hiðani, hann í 1865 fyrstu ferð kemur til Føroya.
28. mai hetta sama árið skrivar hann í dagbók sína: ”Hugur mín hevur verið nógv tikin av viðurskiftunum í Føroyum. Eg havi hoyrt, at har búgva umleið 8000 menniskju, og einir 700 hetlendingar fiska har at kalla alt summarið, eisini fransar og eingilskmenn, so einir 1000 útlendingar eiga at koma inn har hvørt ár. Framvegis skilji eg, at einki trúboðanarverk fer fram har á oyggjunum, og at tað eru bert fáir lutherskir prestar til alt hetta fólkið.”
Hann avgjørdi at fara til Føroya og skrivaði soleiðis í dagbókina: ”Leiði Harrin meg við Anda sínum, sum aldri fer skeivur, og veri náði Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans við anda mínum í hesi dýru fyritøku. So við hjálp Harrans geri eg av at fara til Føroya at prædika Jesus. Amen!”
William Sloan var 26 ára gamal, tá ið hann kom til Føroya útgjørdur við nøkrum donskum Bíblium og einari enskari-danskari orðabók. Tað føroyska skriftmálið var ikki komið fyri seg tá, men Sloan lærdi seg danskt og byrjaði at syngja og tala um Jesus á donskum. Hann helt útifundir niðri á Doktaragrund í Havn og ferðaðist út á bygd. Har vitjaði hann í húsunum, sang ein sang við sínum vakra máli og helt smærri andaktir, har tey bjóðaðu honum inn.
Tey fyrstu árini ferðaðist hann aftur og fram millum londini, men búsettist so í Havn seinast í 1870-árunum. Eftir drúgt arbeiði sá hann umsíðir ávøkst, og fyrstu samkomurnar vuksu fram. Hann giftist við Elspu Isaksen úr Geil í Havn, systir tann kenda Djóna í Geil.
Sloan ferðaðist nógv kring landið við gleðiboðskapinum. Barnavinur var hann, og barnatokka átti hann. Allastaðni flokkaðust tey um hann. Hann sang við síni vøkru rødd fyri teimum, legði hondina á høvdið á teimum og segði: ”Tro på Jesus!”
Jens Klæmint Isaksen (1881-1964), sum var ættaður úr Fugloy og við sínum vitnisburði seinni fekk ávirkan á Fredag Petersen úr Fuglafirði, hevur sagt frá, hvussu stórt árin tað gjørdi á hann og ongantíð fór frá honum aftur, tá ið hann sum bara 9 ára gamal smádrongur var á einum møti hjá gamla Sloan og Alexander Michell í eini roykstovu á Kirkju í Fugloy umleið 1890.
Vit vita ikki, nær og hvussu ofta Sloan hevur verið í Fuglafirði, men Óla Hendrik av Fløtum (1927-2016), sum var ættaður úr Fuglafirði, hevur sagt frá, at tá ið gamli Sloan vitjaði bygdina, hevði hann møtir í roykstovuni hjá Toftabóndanum.
Hjørdis Høgnesen (f. 1929) minnist, at omma hennara, Jóhanna Súsanna Høgnesen (1878-1965) tosaði um Sloan. – Jóhanna, sum misti pápa sín og systur sína við bátinum, ið holvdist í 1892 við Góðadalsgjógv, plagdi at vera á møti hjá Sloan, tá ið hann var í Fuglafirði, og hon varð nógv ávirkað av hesum og hevur sagt frá, at tá ið gamli Sloan talaði, so stillaði hon seg aftan fyri hann at lurta. Hon bleiv ávirkað av tí og kom helst til trúgv tá. Hon gekk á møtunum hjá Fredag í kjallaranum hjá jarðarmóðurini, og hon var ímillum tey fyrstu, sum savnaðust í Siloa.
Tað er ikki so nógv, vit vita um ta allarfyrstu tíðina hjá brøðrasamkomuni í Fuglafirði, áðrenn gamla ”Siloa”, varð bygt í 1924, og um hvørji tey fyrstu fólkini vóru, sum fóru upp í hesa nýggju rørsluna.
Ein maður, sum fyrst í 20. øld ferðaðist kring landið og helt møti, var Daniel Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin (1871-1916). Hann var systkinabarn Victor Danielsen. Dollin fór ungur til Skotlands, har hann varð umvendur sum 27 ára gamal. Hann var seinni í Kongo sum maskinmeistari á einum missiónsbáti á Kongoánni, har hann samstundis kunngørdi evangeliið. Í 1905 kom hann aftur til Føroya, her hann virkaði sum trúboðari, til hann doyði í 1916 bara 45 ára gamal.
Í bókini um Dollan, sum Óli Jacobsen gav út í 2010, eru endurgivnar greinar og frásagnir úr Føroyum, sum Dollin hevur skrivað í bretska missiónsblaðnum, Echoes of Service. Her sæst, at hann fleiri ferðir hevur verið í Fuglafirði.
Um heystið 1912 skrivar Dollin m.a.: Fýra evangelisk møti vórðu hildin í dansistovuni í Fuglafirði, men har komu ikki nógv fólk. Her er fólkið sera misnøgt við, at tvær ungar kvinnur haðani vóru doyptar í Sørvági. Hesar systrarnar eru nú fluttar heimaftur og kunnu rokna við atsókn. Tað var ein frøi at hitta eina kvinnu í Fuglafirði, sum var umvend á eini vitjan í Havn, har hon hevði verið á møti. Hennara trúarjáttan hevði órógvað familjuna, sum eins og nógv í Føroyum setti barnadóp í staðin fyri trúgv.”
Tann 7. mai 1913 stendur hetta at lesa: ”Aftaná vóru vit nakrar dagar í Fuglafirði, har tað búgva tvær systrar og ein bróðir, sum er nýliga umvendur. Biðið fyri teimum. Tey uppliva ikki smávegis av atsókn. Vit høvdu eitt stórt útimøti har og vitjaðu nøkur hús.”
17. oktober 1913 greiðir Dollin frá sínum ferðum kring landið og sigur m.a. hetta: ”Síðan fór eg umvegis Klaksvík til Fuglafjarðar, har eg hevði útimøti í átta kvøld, umframt at eg hevði heimamøtir fyri tey fáu trúgvandi har.”
Onnur av kvinnunum, sum vórðu doyptar í Sørvági, er allarhelst Poulina Øregaard niðri á Lakjuni, sum seinni giftist til Søldarfjarðar. Sonur hennara, Rasmus, hevur sagt frá, at hon varð frelst og doypt í Sørvági í 1912, 16 ára gomul. Hon var vesturi hjá systur síni, Margrethu, sum var gift har vesturi. (Leirkerið nr. 2-3 1992).
Tann nýliga umvendi maðurin, Dollin sipar til, er uttan iva Fredag Petersen, gamli Fredag (1883-1922). Fredag var sonur Sámal Petur Petersen, gamla skósa, og starvaðist sum arbeiðsmaður og fiskimaður. Hann var bæði giftur og hevði fingð børn uttan at hugsa um andalig viðurskifti, sigur Andrew Sloan í minnisgrein um Fredag (”Lív og Læra, nr. 11-12 1963), men av nøkrum fáum orðum frá Jens Klæmint Isaksen varð hann vaktur til at hugsa um sál sína. Stutt eftir varð hann lagdur inn á bróstsjúkrahúsið í Havn við tuberklum og skuldi liggja longri tíð á rygginum. Hetta vóru vánalig kor hjá manni við konu og børnum. Men tað, sum fram um alt fylti hugsan hansara, var spurningurin um tað æviga.
Fredag lá á Sanatoriinum í 1910, 1911 og 1912. Hann hevði ikki nakran serligan skúlagang sum barn, so, tá ið hann kom á sjúkrahúsið at liggja, brúkti hann tíðina til at læra seg at lesa. Hann vildi so fegin lesa Bíbliuna og byrjaði heilt frá grundini og keypti sær eina ABC-bók, sum ein ung genta, Johanna Elisabeth Johansen (1892-1978), dóttir gamla Elias í Rættará, lærdi hann at lesa úr. Hon var eisini tuberklasjúklingur.
So skjótt sum Fredag kundi stríða seg ígjøgnum, fór hann at lesa Nýggja Testamenti fyri at finna frelsuvegin. Smátt gekk, men endiliga ein dag kom hann til Jóhs. 5,24: ”Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, Ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív”.
Frá tí degi hevði Fredag frið við Gud, og restina av lívinum royndi hann at liva fyri Kristus og vitnaði um hann. Hetta varð grundarlagið undir djúpa kristnilívi hansara.
Eingin samkoma var tá í Fuglafirði, men heimafturkomin fann Fredag saman við einstøk onnur um Guds orð. Eisini læt hann seg doypa og fór at halda kristilig møtir í kjallara sínum heima við hús og seinni – í 1920 til 1922 – í kjallaranum hjá jarðarmóðurini, Kathrinu Sofíu Anthoniussen.
Sambært blaðnum ”Lív og Læru” (nr. 1, juni 1960) hevur Victor Danielsen, sum tá framvegis búði í Søldarfirði, verið við til at innrætta sal í kjallaranum hjá jarðarmóðurini.
Í bandupptøku frá 1976, sum Petur Oluf Hansen gjørdi við pápa sín, Hans G. Hansen (1896-1978), vanliga nevndur Hans á Lakjuni í Fuglafirði, greiðir hann frá, at áðrenn salur kom í Fuglafirði, vórðu møtir hildin ymsastaðni, í dansistovuni og í ymsum húsum. Hann minnist fleiri skiparar, sum hildu møti, tá ið teir lógu á Fuglafirði við skipum sínum, m.a. Napoleon í Dali, og brøðurnar Jens Klæmint og Jákup Hendrik Isaksen av Viðareiði. Eisini nevnir hann Andrias Gotfred í Vági.
Hans sigur eisini frá um Fredag Petersen og umvending hansara suðuri á Sanatoriinum í Havn og nevnir, at Fredag mundi vera fyrsti fuglfirðingur, sum bleiv doyptur sum vaksin. Hann var mangan á møti hjá honum, og tað vóru sera góð møtir.
Haraftrat sigur Hans frá, at Rasmus Rasmussen, vanliga nevndur Víka-Rasmus, og beiggi Fredag, Kristian Petersen, blivu doyptir á sandinum í Fuglafirði. Um seg sjálvan sigur Hans, at hann varð umvendur umborð á sluppini, ”Spurn”, sum Petur Bærentsen, svágur hansara, átti og førdi. Hetta var yviri á Eysturlandinum um heystið 1924. Kona Hans, Malena f. Poulsen (1901-1976), var umvend frammanundan innan fyri Heimamissiónina.
Millum tey fyrstu, sum hoyrdu til brøðrasamkomuna, vóru eisini Poul Øregaard (1892-1937), niðri á Lakjuni, og kona hansara, Elisabeth (1895-1964), sum var ættað úr Funningi. Í brævi, sum Victor Danielsen hevur skrivað í Søldarfirði í september 1921, nevnir hann, at tey bæði, Poul og Elisabeth, sum vóru og vitjaðu í Søldarfirði um tað mundið, eru umvend og hava játtað trúgv. Tey blivu doypt niðri í fjøruni í Søldarfirði í 1922 (Leirkerið nr. 2-3 1992).
Johannes Øregaard (1922-2008), sum var tað fimta barnið hjá Elisabeth og Poul, var fyrsta barn, føtt í Fuglafirði, sum ikki varð barnadoypt.
Í 1922 hendi sorgarleikurin við Norðlýsinum, har Fredag sjólætst. Í áhugaverdari frásøgn hjá Theodor Johannesen, ”Eitt 60 ára minni” um tá ið Norðlýsið fór avstað á sína seinastu ferð, (Eysturoyggin, 2/10-87) verður sagt frá um tríggjar kvinnur frá Frelsunarherinum , sum høvdu havt sjómansheim í húsunum hjá jarðarmóðurini.
Tað er greitt, at møti hava verið hildin í kjallaranum hjá jarðarmóðurini frá 1920. Har hava bæði Fredag Petersen saman við øðrum havt møti, og seinni, heilt fram til 1928, vóru fólk frá Frelsunarherinum har. Jarðarmóðirin, Katrine Sofie Anthoniussen, f. Johannesen (1883-1964), sum læt hús síni upp at halda møtir í, giftist í september 1905 við Reinhold Anthoniussen úr Húsavík, men bara fáar mánaðir seinni gjørdist hon einkja, tá ið maðurin doyði umborð á Mazeppu.
Oluffa og Petur Bærentsen bygdu tann fyrsta salin hjá Brøðrasamkomuni í Fuglafirði. Oluffa var dóttir Óla Hendrik og Billu Hansen uppi við Garð, og maður hennara, Petur Bærentsen, sum var skipari, var ættaður úr Trongisvági. Oluffa Bærentsen (1891-1982) var sum heilt ung í Edinburgh og helt hús, og har kom hon til trúgv. Seinni fór hon til Danmarkar at læra til sjúkrasystur. Frá 1915 til 1920 arbeiddi hon á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Her savnaðist hon saman við teimum, sum byrjaðu brøðrasamkomuna har, og sum í 1917 bygdu tann fyrsta salin í Klaksvík.
Oluffa hevði ætlanir um at fara út sum trúboðari, og meðan hon fyrireikaði seg til hetta, fór hon á Suðuroyar Sjúkrahús at arbeiða. Har suðuri hitti hon mann sín, Petur Bærentsen, sum hon í 1924 giftist við.
Hetta sama árið lótu tey hús, sum seinni fingu navnið ”Siloa”, byggja norðan fyri Tøðugil í Fuglafirði. Tey fluttu so til Fuglafjarðar, og møtir vórðu nú regluliga hildin í salinum. Húsini vóru partvís sethús og partvís salur.
Men longu eini tvey ár eftir hetta fluttu tey suðuraftur til Trongisvágs.
Í skeyti, sum er dagfest 7. desember 1927 sæst, at húsini eru seld havnarmanninum, Niels Lassen Holm (1855-1933) fyri 7000 kr. Hesin Niels Holm var komin til trúgv gjøgnum Sloan og var virkin í Ebenezer. Hann var timburmaður og var m.a. ógvuliga hugaður fyri at stuðla bygging av salum kring landið. Hann var eisini við, tá ið tann fyrsti salurin varð bygdur í Klaksvík í 1917. (Brot úr søguni hjá Betesda, s.11)
Niels Lassen Holm hevði eins og Oluffa og Petur Bærentsen stóran áhuga í, at samkomuvirksemið helt fram í Fuglafirði, og hann heitti tí á Victor Danielsen um at flyta til Fuglafjarðar. Victor virkaði tá sum trúboðari í Brøðrasamkomuni. Teir báðir kendust væl.
Victor Danielsen (1894-1961) var søldfirðingur, sonur Daniel Jacob Danielsen, sýslumann, og Onnu Malene Weyhe, sum doyði á barsilssong, bara nakrar dagar eftir at Victor var føddur. Hann var veturin 1913-14, tað seinasta árið hann gekk á læraraskúla í Havn, komin til persónliga trúgv, serstakliga ígjøgnum danska indremissiónstrúboðaran og seinni prestin, Ryving-Jensen, sum hann alt lívið hevði stóra virðing fyri.
Victor gjørdist lærari í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba í 1914, men hetta starv røkti hann bara nakrar fáar mánaðir. Hann segði seg frá av samvitskugrundum. Í mai í 1915 meldaði hann seg úr Fólkakirkjuni, og í 1916 var hann ímillum tey fyrstu seks, sum vórðu doypt á sjónum í Søldarfirði. Daniel J. Danielsen, Dollin, var komin úr Havn at doypa. Men hann var ógvuliga sjúkur tá og doypti bara eitt av teimum, Sámal Rasmussen, og Sámal doypti so hini, og ein av teimum var Victor. Dollin doyði í oktober hetta sama árið. (Leirkerið, nr. 2-3, 1992)
Victor giftist í 1920 við Henrikku, f. Olsen (1896-1997), sum eisini var úr Søldarfirði. Tey búðu tey fyrstu átta árini í barnaheiminum hjá Victori – hjá gamla sýslumanni í Søldarfirði. Tá ið tey í 1928 fluttu inn til Fuglafjarðar, áttu tey fýra børn, og í Fuglafirði fingu tey fimm børn aftrat.
Í Fuglafirði tók Victor sær av samkomuni, og hann ferðaðist samstundis ógvuliga nógv kring landið at boða evangeliið.
Umframt sítt trúboðanarvirki framdi Victor eitt ómetaliga stórt skrivligt verk. Hann byrjaði heilt ungur at umseta sálmar og andaligar sangir til føroyskt, og longu í 1920 kom tann fyrsta lítla sangbókin út við 85 sálmum og sangum, og árini frameftir komu áhaldandi nógvar sangbøkur – í 1952 tann seinasta frá hansara hond. Tað var tann stóra ”Songbók Guds Fólks”, ið hevði ikki færri enn 1125 sálmar og sangir, og av teimum átti Victor umleið 880 týðingar og 27 upprunasálmar.
Victor skrivaði tvær skaldsøgur, ”Aðru ferð” (1927) og ”Nei, lyftið sveik ikki” (1947) og týddi 18 bøkur við andaligum tilfari til føroyskt, summar av teimum andaligir klassikarar, t.d. ”Pílagrímsferðin” og ”Hin heilagi bardagin”, sum hin víðagitni bretin, John Bunyan (1628-1688), skrivaði.
Men fram um alt annað, sum Victor Danielsen framdi, stendur tað søguliga bragdið, at hann einsamallur maður týddi alla Bíbliuna til føroyskt. Nýggja Testamentið kom á vári í 1937 og øll Bíblian tann 19. mars 1949.
Hetta var stórhending, sum hevði sera stóra ávirkan, bæði andaliga og ikki minni mentanarliga og málsliga í Føroyum, og tað gjørdi uttan iva sítt til, at føroyskt mál aftur fekk sín sjálvsagda rætt í Føroyum.
Í samrøðu við Jóannes Hansen í Sosialinum, 15.04.1992, sigur Henrikka Danielsen frá, at tey vóru ógvuliga fáment ta fyrstu tíðina, men tað løgdust nokkso skjótt nøkur aftrat.
Tey, sum hon nevnir frá tí fyrstu tíðini, sum hon minnist úr Fuglafirði, eru Víka-Rasmus og kona hansara, Elsebeth. Jóhanna, kona Høgna M. Høgnesen, Jógvan og Alexandra Høgnesen, Poul og Elisabeth Øregaard. Síðani eru tað mamma Oluffu Bærentsen, Billa Hansen, og synir hennara, Hans G. Hansen, Óli Jøkladal, Sámal Hansen og konur teirra, Malena, Maria og Margretha.
Í yvirliti yvir tey, sum eru doypt í Siloa og búgva í Fuglafirði, sæst, at av tí fyrsta ættarliðinum eru umframt tey, sum nevnd eru omanfyri, hesi doypt, tey flestu fyrst í tríatiárunum: Poul Nolsøe og Jana Olsen, Ingvard Petersen, Samuelina Viðstein, Erling Høgnesen, Max og Trina Fía Johannesen, Ísak og Semina Jacobsen, Anna og Hans Eliassen (á Dalbø), Malena og Óla Jákup Olsen (Gøtu Óla Jákup), Bina og Sámal Jacobsen (í Lambanum), Martina og Sámal Petur Petersen (av Viðareiði).
Henrikka greiðir víðari frá, at tað var skjótt, at tey hildu, at samkoman hevði brúk fyri øllum bygninginum. Eisini var familjan økt, og Victor og Henrikka lótu so hús byggja vesturi við Gjógvará, har tey fluttu inn um jóltíðir 1933.
Niels Lassen Holm, sum hevði keypt Siloa í 1927, doyði í január 1933, 77 ára gamal, og 23. oktober sama ár varð húsið selt á almennum uppboði í Havn. Hægsta boð, kr. 2000, høvdu nakrir menn, sum nevndu seg ”kristne brødre”. Teir, sum stóðu aftan fyri hetta, vóru Jens av Reyni úr Havn, J. F. Kjølbro og Jens Cl. Isaksen úr Klaksvík og J. A. Godtfred úr Vági.
Húsini blivu tá nógv umbygd. Salurin bleiv víðkaður og stórur partur av loftinum tikin burtur, og tann parturin, sum var eftir, bleiv gjørdur til gallarí.
Tað, at tað vóru menn aðrastaðni frá, sum keyptu Siloa í 1933, hevði við sær, at nevndin, sum stóð fyri húsinum, var mannað við avbygdarmonnum. Hetta var støðan fram til 1950.
Evald Johannesen hevur í samrøðu sagt frá, at seinast í 40-árunum fóru menn í samkomuni at tosa um at byggja Siloa út, og tíðin var nú komin til at yvirtaka ábyrgdina av húsunum.
Tosað varð so við verjarnar fyri húsið, sum tá vóru Jens Cl. Isaksen og J. F. Kjølbro úr Klaksvík og Jógvan Skýlindal og Conrad Joensen úr Tórshavn. Og við ognarbrævi, sum er dagfest í Tórshavn 6. feb. og í Klaksvík 13. feb. 1950, lata hesir menn ognina til hin sjálveigandi stovnin, Siloa í Fuglafirði. Samstundis eru ásetingar og viðtøkur gjørdar fyri stovnin.
Í tí áhugaverda ognarbrævinum eru upplýsingar um húsið, og ognin – hús, grundstykki og alt, sum í húsinum er – verður latin til stovnin fyri einki og er fyri tað, sum tað kostar at tinglesa, sett 10.000 kr. í virði.
Í ásetingunum er eisini staðfest, at ”Stovnin, Siloa í Fuglafirði, eigur samkoman, tað er fólkið, sum í dag og á komandi døgum kemur saman í húsinum, Siloa í Fuglafirði, til gudsdýrkanar eftir orði Guds, Bíbliuni, og til kunngerðar av evangeliinum.”
Ein sjeymannanevnd varð vald at stjórna stovninum, og teir, sum sótu í hesi fyrstu nevndini, vóru Jógvan Høgnesen, Rasmus Rasmussen, Óli Hansen, Hans G. Hansen, Max Johannesen, Hans Eliassen og Poul Nolsøe Olsen.
Reglur eru somuleiðis fyri, hvussu nevndin skal fylla tal sítt, tá ið menn fara úr nevndini ella doyggja, og hon hevur eisini ábyrgd av, at Siloa verður nýtt til tað, sum ásett er í ognarbrævinum – nevniliga: ”Til gudsdyrkanar og kunngerðar av evangeliinum og til nýtslu teirra, sum nú og á komandi døgum virka fyri ríki Guds – við øðrum orðum: Til samkomuhús Guds barna til gudsdýrkan eftir læru Bíbliunnar og til kunngerðar av reina og fría evangelii Kristusar um eina fullfíggjaða, æviga frelsu við deyða og uppreisn Krists eina.”
Í 1950 varð so farið undir eina rættiliga stóra útbygging av Siloa. Bygt varð niðaneftir, og samanlagt gjørdist rúmið meira enn tvífalt tað, sum tað var frammanundan.
Christian Hansen hjá Benadikt stóð fyri arbeiðinum at stoypa húsini upp og inniloka tey, meðan arbeiðið við at gera í stand og at mála og alt innanduraarbeiði varð gjørt av sjálvbodnari arbeiðskraft úr samkomuni.
Aftur í 1975 varð útbygging gjørd, og nú varð bygt uppí omaneftir. Henda útbyggingin varð serliga gjørd í sambandi við, at Tom Roberts, trúboðari av Bahamaoyggjunum, sum hevði vitjað í 1973, aftur kom á vitjan í január 1976. Tá vórðu nýggjur durur og nýggjur køkur gjørdir, og sjálvur salurin gjørdist munandi rúmsáttari.
Hóast útbygging varð gjørd í sjeyti-árunum, so høvdu hugsanir um at byggja heilt nýggj samkomuhús verið frammi, og longu í 1969 keypti samkoman í Siloa eitt umleið 1100 fermetra stórt grundøki frá Theodor Petersen, beint eystan fyri húsini hjá honum – húsini, sum Terji á Lakjuni eigur í dag.
Miðskeiðis í 80-unum varð so avgjørt at fara undir at byggja. Herman Dalheim í Gøtu gróv út og planeraði, og Føroya Elementvirkið á Norðskála setti bygningin upp og legði dekk í. Tróndur Eysturstein í Leirvík innilokaði og tók sær av timburarbeiðinum á útsíðunum. Vindeygu og hurðar vóru frá Aluplast í Gøtu, og Jóannes Thomsen í Fuglafirði stóð fyri el-arbeiðinum. Tað var Tummas Jacobsen í Klaksvík, sum teknaði.
Bygningurin stóð innilokaður í 1988, og so varð farið undir at fáa húsið liðugt innan. Hetta varð alt gjørt av sjálvbodnari arbeiðsmegi í samkomuni, og vanliga varð arbeitt trý kvøld um vikuna, serliga í vetrarhálvárinum.
Húsini eru 21×15,5 metrar og í tveimum hæddum. Í erva er salur, sum til víddar er 12×20 metrar og rúmar einum 300 fólkum. Her er eisini durur við inngongd og niðurgongd til høvuðsinngongdina, sum er í neðra oman móti landsvegnum.
Í neðra eru tveir salar, sum dagliga verða skildir at við skjótihurð og tískil kunnu gerast til eitt rúm. Annar er 7,5×12 metrar og hin 7,5×10 metrar. Eisini eru køkur, toilett og fýrrúm í neðra.
Pálmasunnudag, 12. apríl 1992, var seinasta møti í gamla Siloa, har litið varð aftur um bak og takkað fyri signingarríkar løtur ígjøgnum nærum 70 ár.
Og skírisdag, 16. apríl 1992 kl. 16, var so fyrsta samkoman hildin í tí nýggja húsinum. Hetta var ein hátíðarløta, har Jákup Oluf á Lakjuni, Richard Danielsen, Ismar Joensen og eisini Klæmint Eliasen, eldri, úr Leirvík høvdu orðið. Ingibjørn Eldevig, býráðslimur, bar fram eina heilsu frá Fuglafjarðar kommunu, og sangkórið í Siloa setti sín dám á løtuna. Aftaná vóru øll boðin til nátturða niðriundir í Siloa.
Um heystið 1996 varð avtala gjørd við kommununa um ta gomlu ognina, grundøki og samkomuhús. Samkoman í Siloa avhendaði við gávubrævi ognina til Fuglafjarðar kommunu, sum bant seg til at taka bygningin niður og slætta stykkið.
Økið varð síðani fríðkað, og í 2008 skipaði Fuglafjarðar kommuna soleiðis fyri, at standmynd av Victor Danielsen, sum Hans Pauli Olsen, listarmaður hevur gjørt, varð sett á økið. Tað var Jóhan Heri Joensen (1945-2013), formaður í mentamálanevnd býráðsins 1996-2004 og formaður í standmyndanevndini, ið var forsprákari fyri hesum.
28. september 2008 varð standmyndin avdúkað. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Jógvan Fríðriksson, bispur, Jóhan Heri Joensen og Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri hildu røður.
Í 2008 og 2009 varð rættiliga umfatandi umbygging og nýmótansgerð framd í tí stóra salinum í Siloa. Salurin varð allur gjørdur av nýggjum, loftið skift, og ljós og tøkni nýmótansgjørd.
Hóast brøðrasamkomurnar í Føroyum hava ein andaligan felagsskap og samstarva á ymsum økjum, t.d. í sambandi við leguhúsið, Zarepta, so er hvør samkoma ein fullkomiliga sjálvstøðug eind. Og soleiðis er tað eisini í samkomuni, Siloa.
Sum nevnt frammanfyri eru sjey menn verjar fyri Siloa, og hava teir ábyrgd av ognini hjá samkomuni og eisini av, at samkomuhúsið verður nýtt til tað, sum ásett er í viðtøkum. Tey seinastu árini hevur samkoman eisini valt sokallaðar elstar ella samkomutænarar, sum eru andaligir umsjónarmenn í samkomuni.
Alt tað fíggjarliga í samkomuni er borið uppi av gávum frá einstaklingum. Peningur verður innsavnaður á morgunmøtinum sunnumorgun og verður fyrst og fremst nýttur til raksturin og til at stuðla trúboðarum, bæði teimum, sum virka her á landi, og teimum, sum eru farnir í onnur lond við gleðiboðskapinum.
Brøðrasamkoman er ein sokallað leikmannarørsla, har ein og hvør hevur frælsi at nýta sínar gudgivnu gávur. Tað kann vera á møtunum at bera orðið fram, geva sangir út, hava ein vitnisburð, syngja ella hava eina bøn. Tað kann eisini vera at vera við í barna- og ungdómsarbeiði ella at gera okkurt praktiskt arbeiði, sum sjálvandi stórur tørvur er á.
Møtini hava vanliga ikki verið tilrættaløgd frammanundan, men hetta er broytt nakað tey seinastu árini, tí nú er vanligt at biðja talarar, serliga í sambandi við uppbyggingarmøtini mikukvøld.
Sum nevnt er einans læra Bíbliunnar grundarlagið undir gudsdýrkanini í samkomuni. Prædikað verður ein ævig og fullkomin frelsa við trúgv á Harran Jesus. Breyðbrótingin er ein minnismáltíð um Jesu deyða og uppreisn hansara. Dópurin í vatni er fyri tey, ið hava játtað trúgv á Jesus. Dópurin frelsir ongan, men er ein vitnisburður um, at tey, sum hava játtað trúgv, eru umvend at fylgja Kristusi eftir.
Tey føstu møtini, sum hava verið heilt frá byrjan og framvegis eru, eru morgunmøti ella minnismáltíð Harrans sunnumorgun og evangeliskt møti sunnukvøld. Haraftrat hava altíð verið bønar- og uppbyggingarmøti hvørja viku, hóast tíðirnar hava skift gjøgnum árini. Sunnudagsskúli hevur eisini altíð verið ein fastur táttur, og stórur dentur verður framvegis lagdur á hann.
Í vetrarhálvárinum hevur í mong ár eisini verið rættiliga nógv ungdómsarbeiði í Siloa, har tey ungu eru býtt upp eftir aldri. Samkoman hevur somuleiðis nú í nøkur ár ígjøgnum veturin í staðin fyri sunnukvøldsmøti eitt sunnukvøld um mánaðin skipað fyri húsbólkum, har komið verður saman um Guds orð heima við hús.
Kvinnumøtir hava eisini verið ein partur av virkseminum í Siloa, og í mong ár vórðu hildin sokallað bindimøtir fyri ungar gentur, har komið varð saman um Guds orð, søga varð lisin, og samstundis lærdu genturnar at binda, og tað, sum bleiv virkað, varð sent til treingjandi børn í fátækum londum.
Tey seinastu árini hava tær tríggjar samkomurnar, Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa samstarva um eitt felagsmøti sunnukvøld einaferð um mánaðin ígjøgnum vetrarhálvárið. Tey ungu í øllum samkomunum í Eysturoynni hava eisini í nógv ár samstarva um ungdómsmøti fríggjakvøld, sum skifta ímillum samkomurnar.
Um páskirnar skipa samkomurnar í Eysturoynni hvørt ár fyri samfelagsstevnu. Annaðhvørt ár eru tað samkomurnar á Skálafjørðinum, og annaðhvørt ár samkomurnar í Hebron, Filadelfia og Siloa, sum stíla fyri.
Heilt frá Sloans tíð hava samkomurnar hildið møti úti undir fríum lofti, og nógv hevur eisini verið ferðast til aðrar bygdir til útimøtir. Í fýrati-, fimmti- og sekstiárunum var vanligt at ferðast við báti, serliga við ”Stórafjalli” hjá fuglfirðingum og ”Sendiboðnum” hjá klaksvíkingum til aðrar bygdar at kunngera evangeliið.
Sangurin hevur altíð átt sítt stóra pláss í brøðrasamkomunum, og soleiðis hevur eisini verið í Siloa, har stórur dentur hevur verið lagdur á felagssangin, og samkoman hevur eisini verið ríkliga signað við bæði tónleikarum og sangarum.
Í Siloa hevur langt aftur í tíðina verið sangkór. Í 40-árunum stjórnaði Karolina Øregaard, vanliga nevn Utta, í fleiri ár tí fyrsta sangkórinum. Beiggi hennara, Hans Christian Danielsen hevði kór eina tíð fyrst í 50-árunum. Í 1969 fóru Martin Simonsen og Poul Øregaard undir at hava kór, og tað helt áfram til miðskeiðis í 70-unum.
Síðan 1988 hevur sangkórið í Siloa áhaldandi verið virkið, og øll hesi 30 árini til dagin í dag hevur Eyðun á Lakjuni stjórnað kórinum. Kórið hevur givið eina fløgu út og hevur eisini fleiri ferðir verið uttanlands og sungið, í Skotlandi, Danmark og Íslandi.
Um William G. Sloan: ”Gamli Sloan” Petur Háberg “Lív og Læra” nr. 2, okt. 1960 og ”- men Gud gav vøkst” Sigurd Berghamar, Forlagið Afturljóð 1992
Um Jens Klæmint Isaksen: ” – men Gud gav vøkst” s. 246-247
Um Daniel J. Danielsen: “Dollin” – Óli Jacobsen – forlagið Tjørnustova 2010
Um Fredag Petersen: Andrew Sloan, ”Lív og Læra”, nr. 11-12 1963 og bandupptøka við Hans G. Hansen (Petur Oluf hansen 1976)
Um Oluffa Bærentsen: ”Klaksvíkar søga – 2. bind” (s. 302-303) Sprotin 2009 og minningarorð
Um Victor Danielsen: ”100 ára minningarrit”, Páll og Jógvan á Lakjuni, Fuglafjarðar Býráð 1994
Um Niels Lassen Holm: ” – men Gud gav vøkst” og Sosialurin, 17. juli 2007, Óli Jacobsen
Um samkomusøguna og bygging: Henrikka Danielsen og Richard Danielsen: Sos. 15.04.1992 ”Tá brotið varð upp úr nýggjum” og ”Nýtt Siloa í Fuglafirði” (Jóannes Hansen)
Upplýsingar frá hesum persónum: Evald Johannesen, Victoriu Victorsdóttir Jacobsen, Hjørdis Høgnesen, Jóannes I. Joensen, Svend Sigvardsen, Óla Hendrik á Fløtum
Leirkerið, nr. 2-3 1992
”Brot úr Fuglafjarðar søgu” – Fuglafjarðar Bygdaráð 1989
Gerðarbók hjá Siloa
”Brot úr søguni – um samkomuna í Betesda, Klaksvík” 2017
”Leirvíkar bygdarsøga” Bind 2 – 2010, Martin Fjallstein