Hesi orðini eru úr síðsta versinum í Ápostlasøguni 3. kapitli. Vit lesa annars í hesum kapitlinum um Pætur og Jóhannes, sum fóru niðan í templið um bønartíman. Uttan fyri dyrnar í templinum sat ein maður, sum var lamin úr móðurlívi. Hann sat og biddaði.
Maðurin bað eisini Pætur og Jóhannes um pening. Men Pætur segði: „Silvur og gull eigi eg ikki, men tað, sum eg havi, gevi eg tær: Í navni Jesu Krists, Nazarearans – reis teg og gakk!“ Og hann tók í høgru hond hansara og reisti hann upp. Við tað sama kom styrki í føtur og øklar hansara, og hann sprakk upp og stóð og gekk; hann fór so inn í templið við teimum, og har gekk hann um og leyp og lovaði Gudi. Alt fólkið sá hann ganga um og lova Gudi.
Fólkini, sum vóru til staðar og sóu hetta undrið, vóru sera ovfarin. Tey streymaðu saman um Pætur og Jóhannes. Tá fór Pætur at tala til teirra og legði fyri við at siga: „Tit menn av Ísrael! Hví undrast tit á hetta? Hví stara tit á okkum, eins og vit av okkara egna mátti ella gudsótta høvdu gjørt, at hann fær gingið?“
Tey, sum Pætur talaði til, vóru jødar. Hann vísti við greiðum orðum á, at tey høvdu verið við til at fáa Jesus dripnan. Millum annað segði hann: „Gud … hevur givið tænara Sínum, Jesusi, dýrd, Honum, sum tit góvu upp og avnoktaðu fyri Pilatusi, táið hann dømdi, at Hann skuldi verða givin leysur. Men tit avnoktaðu hin Heilaga og Rættvísa og bóðu um, at manndrápari skuldi verða tykkum givin. Høvdinga lívsins drópu tit, Hann, sum Gud reisti upp frá hinum deyðu – sum vit eru vitni um.“
Síðan segði Pætur: „Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans.“ Og so endaði Pætur taluna við orðunum, sum standa omanfyri.
Til tykkara fyrst sendi Gud… segði Pætur. Boðskapurin um frelsu kom fyrst til jødarnar. Men eftirsíðan kom hann eisini til heidningarnar – og fór um allan heimin. Hesin glaði boðskapur kom eisini til Føroyar. Og í dag kemur hann eisini til tann, ið lesur hesar reglur. Ivaleyst hevur ein og hvør hoyrt henda boðskap fyrr.
Spurningurin er, um vit hava tikið við boðskapinum, sum Gud hevur sent til okkara. Pætur segði so greitt, at Gud sendi Jesus at signa tykkum, táið ein og hvør tykkara vendir við…
Hevur tú vent við til Jesus? Kennir tú Hann sum tín persónliga Frelsara?
Páll á Lakjuni