Sálmarnir í Gamla Testamenti eru sang- og bønar bókin hjá Harrans fólki. Harrin gav Ísrael hesar sangir fyri at læra tey um Gud – um Hansara skapanarmátt og vísdóm, umsorgan og kærleika, vakurleika og góðsku.
Sangirnir og bønirnar eru eisini gáva til tey glaðu, elskaðu, eydnusomu; til tey stúrnu, illu og vónbrotnu; og til tey takksomu og lættu um hjarta.
Vit kunnu eisini taka sálmarnar til okkum í dag og brúka teir í lívi okkara saman við Gud – í gleði, sorg og takksemi.
Fleiri ymisk sløg av sálmum eru.
Flestu sálmar hoyra tó til eitt av hesum trimum sálmasløgum: Lovsangir, sorg arsangir og takkarsangir.
Hesuferð talar Niels Pauli Nónstein út frá Sálmi 116, sum er ein takkarsangur.