Naalersitaq – meira enn 50 ár!

2. mai. 2025

Naalersitaq-summarlegurnar í Ameralikkfjørðinum, sunnanfyri Nuuk, hava meira enn 50 ár á baki. Martin Sivertsen, sonur Hans Sivertsen, ið byrjaði legurnar í 1974, vitjar saman við fleiri tilkomnum og ungum, sum hava hjálpt til seinnu árini.

Tey fara at greiða frá arbeiðinum, og frá týdninginum hetta arbeiði hevur fyri grønlendingar, okkara samkomurnar og tey sum hjálpa til. Greitt verður eisini frá tørvinum í summar.

Brúk verður fyri handverkarum, leiðarum, hjálparleiðarum, køksfólki v.m.