Shamila og Høgni Johannesen at vitja í Siloa

22/11/2023 19:30

Mikukvøldið 22. novembur kl. 19.30 koma Shamila og Høgni Johannesen at vitja í Siloa. Tey bæði eru júst afturkomin av eini langari ferð í Pakistan, haðani Shamila er ættað.

Ferð teirra var sera hendingarík og ikki heilt vandaleys.   Á møtinum mikukvøldið 22. novembur fara tey at greiða frá trúboðanarverki sínum og ferðini í Pakistan.