Frágreiðing um Juvel II

18/10/2023 19:30

Mikukvøldið 18. oktober kl 19:30 verða frágreiðingar og myndir vístar um ferðina hjá trúboðanarskipinum Juvel II í Grønlandi í summar – við serligum denti á tann síðsta partin: Suður og Eysturgrønland. Tey, sum fara at greiða frá, eru Ruth og Thorvald Gaardlykke, Árni Joensen og Páll á Lakjuni. Árni fer eisini at hava stuttan boðskap úr Bíbliuni.