Avlýsingar í samband við Corona-virus

12. mar. 2020

# Avlýsingar #

Í tráð við tilmælir í samband við fyribyrging av útbreiðslu av Corona-virusi,  hevur leiðslan í Siloa avgjørt at avlýsa øll tiltøk í Siloa fram til 29.mars.

Um spurningar eru, ber til at venda sær til Jógvan S. Jacobsen, Ólav J. Thomsen ella Sofus Gregersen

 

Matt 6,33-34:
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.”